Róku á havinum í 16 tímar

Seinnapartin í dag komu tveir kaldir útróðrarmenn í land í bjargingarbáti á donsku oynni, Ærø.

Seinnapartin í dag komu tveir kaldir útróðrarmenn í land í bjargingarbáti á donsku oynni, Ærø. Tá høvdu teir rikið fyri vág og vind í bjargingarbáti á havinum í einar 16 tímar.

 

Tað veit løgreglan á Fjóni at siga.

 

Menninir báðir, annar 27 og hin 71 ára gamal, vóru farnir til útróðrar í bátinum Rikke Hansen 078, sum var heimahoyrandi í Bogense.

 

Um midnáttarleitið náttina til hósdag, tá teir vóru staddir einar 8-9 fjórðingar í ein útsynning úr Bagenkop, kom eldur í maskinrúmið á útróðrarbátinum.

 

- Knappliga er stórur eldur í maskinrúminum. Tað brennur ógvusliga, og útróðrarmenninir tveita ein bjargingarbát í havið, sigur vaktleiðarin hjá løgregluni á Fjóni, Lars Fredensborg.

 

Báðir menninir fara av brennandi útróðrarbátinum, sum er bygdur úr timbri, og teir gera so skjótt av, at teir ikki fáa telefonirnar við sær í bjargingarbátin.

 

Úr bjargingarbátinum síggja teir útróðrarbátin brenna í hálvan annan tíma, til hann at enda søkkur. Teir skjóta tvær neyðrakettir, men eingin varnast rakettirnar.

 

- Menninir í bjargingarbátinum hava nú ongan møguleika at koma í samband við umverðina, sigur vaktleiðarin.

 

Alla hósnáttina og tað mesta av hósdegnum reka teir fyri vág og vind í bjargingarbátinum. Sum hósdagurin gongur, verða teir eftirlýstir, og Forsvarets Operationscenter skal júst fara at seta leiting í verk.

 

Men, hetta skuldi kortini ikki gerast neyðugt, tí klokkan 16.06 í dag ringir á 112 frá Ærø, har útróðrarmenninir báðir, rættiliga kaldir, eru riknir í land.

 

Hin 27 og 71 ára gamli eru báðir lagdir inn sjúkrahúsið í Ærø, har teir sambært vaktleiðaranum hava tað gott eftir umstøðunum, skriva danskir miðlar í kvøld.