Tríggir meksikanskir fiskimenn eru komnir afturíaftur í øllum góðum, eftir at leitað hevur verið eftir teimum í mánaðir.
Teir tríggir menninir fóru við einum átta metrar longum báti at fiska háv í Kyrrahavinum, men longu tann fyrsta dagin fingu teir trupulleikar við motorinum og róku til havs. Fyri nøkrum døgum síðani kom eitt skip fram á teir nærhendis Marshall-oyggjunum. Menninir vóru illa á holdum komnir, men hava tað gott eftir umstøðunum, verður sagt.
Tann stóri spurningurin tykist vera, hvussu leingi teir hava rikið á havinum. Sambært einum blaði fóru teir til fiskiskap tann 28. oktober í fjør, men tíðindastovan Notimex sigur seg hava fingið at vita frá næstringum teirra, at teir hava verið burturi í tríggjar mánaðir.
Menninir hava greitt frá, at teir hava livað av regnvatni og fiski, og at tvær ferðir var báturin um at søkka. Ta einu ferðina fingu teir ongan bita í tvær vikur, siga teir.