Rókur og Rasmus farnir til Brøndby

Ungu føroyingarnir skulu komandi vikuskiftið royna seg saman við Brøndby-unglingunum í sterkari kapping í Onglandi

17-ára gomlu Rókur av Fløtum Jespersen og Rasmus Nolsøe fóru síðsta friggjadag niður til Brøndby, har skulu ganga á handilsskúla næstu trý árini.

Umframt skúlagongd, er skrivlig avtala gjørd um, at teir skulu venja við unglingaliðnum hjá Brøndby tey næstu trý árini.

Eftir trimum mánaðum skal danska meistaraliðið gera av, um felagi skal keypa ungu føroyingarnar leysar av teimum føroysku feløgunum. Í løtuni lænir Brøndby spæliloyvini frá TB og HB.

Venja undir Lars Olsen og Tom Køhlert
Føroysku spælararnir koma undir køna hond í Brøndby. Tað verða nevnliga fyrrverandi liðskiparin á danska landsliðnum, Lars Olsen, og venjarin á meistaraliðnum í fjør, Tom Køhlert, sum skulu standa fyri venjingunum hjá unglinga- og elituliðnum

Føroyingar hava longu luttikið í venjingum um vikuskiftið, og sum skilst hava teir báðir staðið seg væl, og eru teir sera spentir um, hvussu teir næstu mánaðirnir fara at spæla av.

Til kapping í Onglandi
Mikudagin skulu Rókur og Rasmus á venjingarlegu við Brøndby-unglingunum í Jútlandi, og komandi vikuskifti gongur leiðin til Ongland, har unglingarnir hjá Brøndby skulu luttaka í sterkari kapping.

Spennandi verður at fylgja við, hvussu føroysku Brøndby-spælararnir fara at standa seg.

Mynd Fótbóltspælarar
Rasmus Nolsøe t.v. og Rókur av Fløtum Jespersen t.h. eru farnir nú farnir undir Brøndby-ævintýrið.

Ungu føroyingarnir skulu komandi vikuskiftið royna seg saman við Brøndby-unglingunum í sterkari kapping í Onglandi

Fótbólur
Páll Holm Johannesen