Rókur Akralíð, sum herfyri var í FCK, har hann skuldi royndarvenja, hevur nú gjørt sáttmála við Helsingør Elite 3000, har sum Heini Hanusarson framman undan leikar.
Venjarin, Søren Bach, er ógvuliga fegin um at hava fingið unga føroyingin í hópin, og er ikki í iva um menningarpotentialið hjá Róki, eins og hansara dygdir og komandi týdning fyri liðið.
Rókur er ein leikari, sum hóast sín unga aldur er ógvuliga kropssterkur. Hann er stórur og sterkur og verður ein rættiliga skothóttan útifrá. Vit gleða okkum til samstarvið við Rók og vilja sjálvandi arbeiða fyri at fáa tað besta burtur úr bæði fyri hann og liðið. Hondbóltur í Føroyum er ógvuliga øðrvísi enn í Danmark, so tað tekur helst sína tið at venja seg við, men við tíðini verður hann heilt vist fastur maður á liðnum, sigur venjarin á heimasíðuni hjá felagnum.