Ein kinesisk rúmdarstøð er ávegis móti jørðini, tó eingin veit, júst hvar ella nær hon rakar. Rúmdarstøðin vigar átta tons og ferðast við 27.000 km. um tíman, og fjarstýringin er óvirkin. Frástøðan millum heimin og rúmdarstøðina er í dag áleið 200 kilometrar, men frástøðan minkar í hvørjum og tað er sambært útlendskum miðlum eingin vegur aftur fyri Tiangong-1, sum rúmdarstøðin eitur. Tí verður sagt, at einaferð millum 30. mars og 6. apríl kemur rúmdarstøðin so nær at jørðini, at hon dettir niður.
Starvsfólkini umborð eru farin frá støðini fyri fleiri árum síðani og nú er tóma støðin blivin ein trupulleiki, skrivar Tv2. Hetta er hent áður, tí sambært miðilinum er Tiangong-1 nummar 14 í røðini av rúmdarstøðum, sum skulu burturbeinast. Vanliga hendir slíkt undir skipaðum viðurskiftum, so at metalstøðirnar brenna í atmosferuni ella detta niður í havið, tó er ikki møguligt at stýra gongdini hjá Tiangong-1 longur.
Um so er, at Tiangong-1 rakar jørðina, liggja ivaleyst metalstykki eftir á jørðini, og hesi kunnu vera vandamikil at taka upp. Kina hevur ikki sagt júst hvat er umborð á rúmdarstøðini, tó er vandi fyri, at Tiangong-1 hevur brennievni, sum er sera skaðiligt fyri fólk. Óreglusemi í atmosferuni ger, at tað er vónleyst at siga júst nær og hvar Tiangong-1 dettir niður. Metingar frá evropeiska rúmdartænastuni ESA frá 22. mars siga, at Tiangong-1 dettur niður millum 30. mars og 3. apríl í ár. Vandin er tó, sambært Tv2, størst í býum sum Barcelona, Bejing og New York.
- Eg vænti, at sannlíkindi fyri, at verða raktur av pettum frá rúmdarstøðni, eru líka stór sum sannlíkindini eru fyri at verða raktur av toruni tvær ferðir sama ár, sigur Holger Krag frá ESA við Reuters, sambært Tv2. Tó so verður væntað, at tey, sum eru nærhendis hendingina, fara at fáa eina stórsligna sjón.