Tá ið tær komu í føðingardagin løgdu tær til merkis, at hetta var ikki ein vanligur føðingardagur við lagkøku, bollum og kakao. Har vóru tað rúsevnir sum, settu dagskránna.
Tey flestu, sum vóru í føðingardegnum vóru rúsað við rúsevnum. Hetta var ikki nakað fyri bygdagenturnar, sum vit hava tosað við, so tær valdu heldur at fara ein túr oman á Hvonn at hugna sær.
– Her er tørvur á einum meira aktivum narkopoliti, halda genturnar.
Og tað undran mangan, hví rúsevni florera í Føroyum, tá ið øll kenna hvønn annan.
So tit, sum síggja rúsevni í veitslum og arðastaðni, sigið løgregluni frá. Tað nyttar ikki at vit fjala út yvir hvønn annan. Um vit øll í Føroyum standa saman um at útrudda rúsevni, so var eingi trupulleiki at gera slagorðið til álvara: Nei til narko!
Hetta skylda vit børnum okkara, sum eru í vandabólkinum fyri at koma út í slíkt misbrúk.