Órímiliga høgir telefontakstir

Føroyskir sjómenn í uttanlandssigling eru við sviðusoð, tá teir í útlendskari havn skulu ringja heim til Føroya. Taksturin er heilt upp í átta ferðir hægri til Føroya enn til onnur lond

10 dollarar, er prísurin, føroyskir sjómenn eru noyddir at gjalda, skulu teir tosa heim til konuna í eitt korter úr amerikanskari havn.

Meinhard Jacobsen er ein av teimum mongu føroyingunum, ið siglir farmasigling úti í heimi. Hann er við einum donskum farmaskipi, har tríggjar tjóðir eru umboðaðar umborð. Manningin telur 8 filipinar, 4 danir og ein føroying.

Skipið, Meinard er við, er ofta í amerikanskari havn, og tá er vanligt, at manningin keypir sær telefonkort frá einum sjómanspresti. Til ber at keypa kort fyri 5, 10 ella 20 amerikanskar dollarar. Tá tú ringir upp við hesum kortum, fært tú at vita, hvussu nógvar minuttir tú kanst tosa til tað landið, tú hevur valt, fyri tað, kortið kostar.

Manningin á skipinum ringir heim. Allir hava keypt telefonkort fyri 10 dollarar. Danskararnir fáa at vita, at teir kunnu tosa heim í 125 minuttir. Prísurin er nevniliga 56 oyru fyri minuttin. Filipinararnir fáa at vita, at teir kunnu tosa heim í 112 minuttir. Prísurin til Filipinurnar er 62 oyru fyri minuttin. Síðani fer føroyingurin at ringja heim. Men hjá honum ber ikki til at tosa leingi. Prísurin til Føroya er nevniliga 4 krónur og 67 oyru fyri minuttin, og sostatt kann føroyingurin bert tosa heim í eitt korter. Hann má gjalda góðar átta ferðir so nógv sum danin fyri hvønn minutt.


Kunnu einki gera

Andras Róin, stjóri á Føroya Tele, sigur seg skilja, at føroyingar eru misnøgdir við høgu prísirnar, men sigur seg einki kunna gera við málið.

? Føroya Tele hevur onga ávirkan á, hvat tað kostar at ringja til Føroya. Hetta er nakað, útlendsku veitararnir sjálvir avgera. Í hesum føri er talan um teir amerikonsku veitararnar.

Stjórin á Føroya Tele vísir á, at veitarin, Meinhard ringir gjøgnum, tá hann er í amerikanskari havn, helst hevur góðar avtalur við Danmark og Filipinurnar, og tískil er tað so bíligt at ringja hagar.

Tá tað ber til hjá amerikonskum veitarum at hava góðar avtalur við veitarar í Danmark og Filipinunum, ið gera tað bíligt at ringja hagar, kundi kanska verið hugsandi, at Føroya Tele kundi bjóðað sær til at gjørt avtalu við amerikanskar veitarar um bíligt minuttgjald á linjuni til Føroya. Men so einfalt er tað ikki sambært stjóranum á Føroya Tele.

Andras Róin greiðir frá, at linjurnar úr útlondum til Føroya ganga gjøgnum Danmark, og sostatt er tað Tele Danmark, útlendsku veitararnir skulu samráðast við, ynskja teir at lækka prísirnir fyri samrøðum til Føroya.


Lítil ferðsla

Orsaka av, at Føroyar eru eitt so lítið land, er ferðslan á telefonkervinum úr útlondum til Føroya ikki serliga stór. Tískil hava útlendskir televeitarar ikki serliga stóran áhuga í sambandinum til Føroya. Tað er jú bara ein evarska lítil partur av samlaða samskiftinum hjá veitarunum, og tí vinna teir heldur nakað serligt av peningi burturúr sambandinum til Føroya.

Hetta ger, at veitarar ikki eru áhugaðir í at gera avtalur um bíligt telefonsamband við Føroyar.

Men er so einki at gera, fyri at tað skal gerast bíligar hjá føroyskum sjómonnum uttanlands at ringja til Føroya? Í fyrtsu atløgu er svarið nei. Andras Róin sigur, at Føroya Tele kanska kundi havt eitt sindur av ávirkan á prísirnar, men sum er, hevur felagið ikki orku til tess.

Stjórin á Føroya Tele vísir tó á, at í einum so stórum landi, sum USA, eru nógvir televeitarar, og tí ber væl til at ringja bíligari til Føroya. Tú skalt bert ringja gjøgnum rætta veitaran, sigur hann og vísir á, at hann veit, at tað ber til at ringja úr New York til Føroya fyri eina krónu um minuttin.


Nýggj linja til Íslands

Andras Róin sigur, at fyrsta dagin verður ein nýggj beinleiðis linja til Íslands latin upp, og vísir hann á, at hendan linjan møguliga fer at gera tað bíligari at ringja úr USA til Føroya.

Tað kostar umleið 30 til 50 oyru fyri útlendskar samrøður at koma í land í Føroyum, og hetta heldur Adras Róin ikki vera dýrt. Hann vísir á, at sjálvt um hetta gjaldið verður lækkað, munar tað lítið, tá minutttaksturin úr t.d. USA er næstan fimm krónur.