Námsvísindadeildin á Fróðskaparsetur Føroya hevur sett tvey nýggj fólk í starv sum námslektarar. Talan er um Rúnu í Skála og Lydiu Didriksen, ið byrja í starvinum 1. januar 2018. Tað skrivar setur.fo.
Rúna í Skála er sett í starv sum námslektari í almennari námsfrøði, meðan Lydia Didriksen er sett í starv sum námslektari í føroyskum. Báðar starvast frammanundan á Námsvísindadeildini í tíðaravmarkaðum starvi.
Rúna í Skála er læraraútbúgvin og hevur harumframt kandidatútbúgving frá DPU í almennari námsfrøði. Hon undirvísir bæði námsfrøðingum og lærarum í námsfrøði og almennum didaktikki.
Lydia Didriksen er læraraútbúgvin og hevur harumframt BA og MA í føroyskum. Hon undirvísir bæði námsfrøðingum og lærarum í føroyskum máli, bókmentum og í føroyskum sum undirvísingarevni.