<?xml:namespace prefix = o ns = ""urn:schemas-microsoft-com:office:office"" /><o:p></o:p>
<font size="3"></font>
Í viðmerking sigur Rúna Sivertsen: "At fáa litið upp í hendur álitisstarvið, sum formaður fyri Ráðið fyri Ferðslutrygd var mær ein æra, og tað er við tungum hjarta, at eg leggi frá mær. <o:p></o:p>Orsakað av øktari arbeiðsbyrðu og fjarstøðu frá høvuðsstaðnum ber mær ikki longur til at røkja hesa uppgávu so væl, sum eg haldi er neyðugt fyri eina so týdningarmikla uppgávu.<o:p></o:p>
<o:p></o:p>
Nú eg fari frá, vil eg nýta høvi enn einaferð at vísa á tað vanlukkuliga í, at tað framvegis ikki er løgd ein heildarætlan fyri ferðslutrygdini í Føroyum. <o:p></o:p>
Tí fari eg enn einaferð at heita á politiska myndugleikan um at taka arbeiðið við ferðslumálum í størri álvara, og eg mæli til: <o:p></o:p>
<o:p></o:p>
- at ein landsvirkisætlan verður gjørd fyri ferðslu í Føroyum <o:p></o:p>
- at landsstýrið setir fólk at arbeiða við ferðslumálum burturav<o:p></o:p>
- at ferðslumál verða flutt í Innlendismálaráðið, har tey natúrliga hoyra heima"<o:p></o:p>
<o:p></o:p>
Rúna Sivertsen hevur verið formaður í Ráðnum fyri Ferðslutrygd síðani 23. apríl 2003. Høgni í Stórustovu røkir formansstarvið til næsta ársfund, sum verður í apríl 2007. <o:p></o:p>
<o:p></o:p>
<o:p></o:p>
<o:p></o:p>