Somaliskir sjórænarar hava rænt ein bát við fýra amerikonskum ríkisborgarum umborð. Amerikonsku myndugleikarnir siga, at báturin, sum var á veg úr India til Oman, varð rændur einar 240 fjórðingar suður úr omansku strondini.
Tað eru amerikonsku hjúnini Jean og Scott Adams, sum eiga bátin, ið eitur S/V Quest. Sambært tíðindastovuni AP hava tey siglt ymsastaðni á heimshøvunum í meiri enn sjey ár við bátinum. Nú eru hjúnini og tvey onnur fólk, sum vóru við teimum, gíslar hjá sjórænarunum.
Vanliga leggja teir somalisku sjórænararnir seg eftir at ræna farmaskip, men teir hava onkuntíð tikið omkran stuttleikabát fyrr. Eitt nú tóku teir eini bretsk hjún og bát teirra. Hjúnini sluppu leys nakrar mánaðir seinni ímóti loysigjaldi.