Rúni Brattaberg og Eyðun Nolsøe í Vágs kirkju

Leygardagin 9. juli verður eitt sjáldsamt høvi at hoyra føroyska operasangaran, Rúna Brattaberg, syngja í Føroyum.

 

Tá fer hann, sum sjálvur er vágbingur, nevniliga at hava konsert í Vágs kirkju.

 

Rúni Brattaberg hevur fingið góð skoðsmál fyri sínar leiklutir á operapallum kring um í heiminum, men á konsertini í Vági fer hann at syngja brot úr oratoriinum, Skapanini, eftir Haydn og úr navnframu operuni, Gandafloytuni, eftir Mozart. Hann fer eisini at syngja bæði Mendelssohn og J.S.Bach.

 

Ein annar av luttakarunum á hesi konsert verður trubadururin Eyðun Nolsøe. Hann operasangari, men men harafturímóti er hann fólkaogn, ikki minst sum ein ið mannar klaksvíksbólkin, Frændur og í Vágs kirkju fær hann at syngja nøkur av sangunum, hann hevur skrivað

 

Á skránni er eisini felagssangur, og somuleiðis fara Martin Restorff Jacobsen at spæla klaver og Jóannes Nolsøe fer at spæla urgu.