Tá stórverkið Ringurin hjá Richard Wagner komandi dagarnar verður framførdur í Leipzig, verður tað við føroyskari luttøku.
Føroyski operasangarin Rúni Brattaberg hevur fleiri leiklutir í framsýningini, millum annað sum Hagen ella Høgni.
Ringurin ella Der Ring des Nibelungen, er ein opera í fýra pørtum eftir Richard Wagner. Søguna kenna føroyingar, tí hon hevur sama uppruna sum Regin Smiður, Sjúrðarkvæðið og Brynhildartáttur. Fyrsti partur eitur Das Rheingold, ella Ríngullið, tann næsti er vælkendi Die Walküre ella Valkyrjurnar. Triðji parturin eitur Siegfried ella okkara Sjúrður, meðan tann síðsti er Götterdämmerung, ella Ragnarok á føroyskum.
Frumframførslan var 30. apríl og sambært Listaportal hevur hon fingið góð ummæli. Eisini Rúni Brattaberg fær gott ummæli.
- Rúni Brattaberg er sum Hagen tann stórbæra antihetjan. So sannførandi sum hann er í Valkyriunum, er hann sum Hagen enn ógvusligari. Hansara døkka, dundrandi og ræðandi bassrødd er ideel í leiklutinum, verður Andreas H. Hölscher endurgivin fyri at siga.
Komandi dagarnar, tá samlaði Ringurin verður framførdur 5. til 8. mai, hevur Rúni Brattaberg leiklutin sum Høgni, Hundingssynir og sum drekin Fávnir.