Móti endanum av dystinum millum B36 og AB kom stadion-varparin í andglettin, tá hann spældi Beatles-lagið, Yellow Submarine. Sjálvur segði hesin eftir dystin, at hetta var til AB-áskoðararnir, sum nýttu sama lagið at syngja “Vit eru enn í steypakappingini”, men av onkrum varð hetta eisini fatað sum skot til dómaran, ið hevði gula kortið frammi rættiliga ofta.
Hvussu var og ikki, so eru reglurnar púrasta greiðar á hesum økinum. Og tað gav dómarin eisini til kennar eftir dystin.
- Vit høvdu ein fund við dómaran eftir dystin, og hann gjørdi okkum greitt, at hetta hoyrir ikki heima. Vit hava eisini givið honum eina skrivliga umbering fyri hendingina, sum ikki sleppur at endurtaka seg, sigur Kristjan á Neystabø, stjóri í FC Tórshavn.