Frammanundan er Rúni ikki bert B.S.Sc í stjórnmálafrøði, men hevur eisini B.A. í søgu, so hann hevur eina holla og breiða útbúgving.
Rúni fekk 11 í meistararitgerðini, sum bar heitið »Politisk ástøði og valdsbýtið ein komparativ greining«.
Jóan Pauli Joensen, rektari á Fróðskaparsetrinum, fegnaðist sjálvsagt um fyrsta stjórnmálafrøðingin og segði millum annað í røðu síni, at hvøkkurin, vit øll fingu av Pisa, var góður:
- Tað er gott við einum hvøkki av og á, tí tað fær okkum at hugsa, at broyta vanar og at skifta kós. Landsstýrismaðurin hevur sett eina nevnd at gera eitt uppskot til lóg um samansjóðaðar lærustovnar í Føroyum. Eg eri sannførdur um, at ætlanin um at skipa fyri hægri útbúgving í Føroyum í eina hægri eind er eitt risastig rætta vegin og fer at skapa fleiri góðar møguleikar, tá talan er um útbúgving og gransking. Men vit eiga ikki at bíða ov leingi, segði Jóan Pauli Joensen.
- Tað er sjálvandi gott at koyra gjøgnum tunlar um alt landið. Men tunlar eru ikki bert framtíðin. Eisini eiga vit at seta íløgur í vitan og kunnleika til okkara ungdóm. Tað er okkara størsta tilfeingi.
- Tað er ein global kapping í øllum heiminum um at fáa teir bestu studentarnar, lærararnar og granskararnar. Vit eru nú við í kappingini, men fáa vit ikki skjótt eitt betri umhvørvi til studentarnar at liva og virka í, vikna vit í kappingini, segði Jóan Pauli Joensen eitt nú í røðu síni.