Teir, sum rændu eina pengasavningarstøð í Glostrup, fingu 62 milliónir krónur burturúr Danska løgreglan boðaði seinnapartin frá, at menninir, sum rændu eina pengasavningarstøð í Glostrup fyrradagin, fingu 62 milliónir krónur við sær.
Ránið er sostatt tað størsta í Danmark nakrantíð.
Enn hevur løgreglan ikki funnið nakran av ránsmonnunum, men løgreglan hevur illgruna um, at teir komu úr Svøríki.
Løgreglan hevur fyrr sagt, at ránið í Glostrup var sera væl fyriskipað, og at talan er um professionellar ránsmenn.