Mótbrekkan tykist ómetaliga brøtt hjá nýuppflutta 07 Vestur, sum í kvøld vitjar í Sarpugerði.
Eftir ein hálvan tíma er støðan 3-0 til heimaliðið. Triðja málið skoraði Súni Olsen við framúr frísparki úr 18 metrum. Bólturin fór dygst undir samankomingini.
Dómarin hevði bríkslað, eftir at Andreas Lava Olsen hevði sneitt framvið tveimum, áðrenn hann varð feldur.
Stórar fimm minuttir fyri hálvleik hevur 07 Vestur svarað aftur, so støðan nú er 3-1. Málskjútti var Milan Pejcic, sum setti bóltin í málið eftir gjøgnumbrot í høgru og innlegg.
Merkisvert er annars, at fyrrverandi HB spælarin og fyrrverandi venjarin hjá AB, B68 og HB, Rúni Nolsøe, er á sentralum miðvallarplássi hjá 07 Vestur.
Nú er hálvleikur í Sarpugerði. Talan er um ikki serliga intensa uppgerð. Taklingarnar eru ikki nógvar, men bæði liðini hava spælt seg til málmøguleikar.
Hjá 07 Vestur hevur tað serliga verið Tór-Ingar Akselsen, sum hevur víst tyngd í gjøgnumbrotsspælinum.
Víkingur: Geza Turi ? Sverri Jacobsen, Niclas Niclasen, Atli Gregersen, Hanus Jacobsen ? Andreas Lava Olsen, Sam Jacobsen, Sølvi Vatnhamar, Súni Olsen, Hans Jørgen Djurhuus ? Finnur Justinussen
Gult kort: Sølvi Vatnhamar
07 Vestur: Trygvi Askham ? Gunnar Haraldsen, Torkil Kollsker, Ragnar Niclasen, Eli Falkvard Nielsen, Tór-Ingar Akselsen, Rúni Nolsøe, Milan Pejcic, Sigtór Petersen, Hendrik Rubeksen - Jens Erik Rasmussen