Rúni sleppur undan fyrsta umfarinum

BK Tromsø slapp å spille 1. runde i europacupen (1.9.2003)

Rúni Weihe, sum nú spælir flogbólt við Tromsø BK í Noreg, skal í heyst royna seg í Europa-Cup kappingini í flogbólti.
Her lagaði lutakastið seg soleiðis, at Tromsø kom beinleiðis í 2. umfar í kappingini. Hetta verður leikt um vikuskiftið, 24.-26. oktober, og verður tað í Finnlandi, at Rúni og teir skulu royna seg.
Hini liðini í bólkinum hjá Tromsø eru Isku-Volley úr Tampere, Finnlandi, Speranta Kishinev úr Moldava og Aer Lingus úr Írlandi.