Rúni við fyrsta sigursmálinum

Hondbóltur: KÍF og Rúni Joensen vunnu í evstu løtu fyrsta dystin

Fyrsti dysturin í nýggja kappingarárinum í manshondbólti var í gjár. KÍF vann 26-25 á StÍF í høllini í Kollafirði. Sigursmálið kom ikki fyrr enn í seinastu sekundunum.

 

Tað var vongurin Rúni Joensen, sum skoraði avgerandi málið við støðuni 25-25. StÍF náddi ikki at geva bóltin upp, og so fóru kollfirðingar við sigrinum. Rúni Joensen var eisini toppskjútti í dystinum við átta málum.

 

StÍF hevði annars munin ein part av dystinum. Strandingar vóru eisini á odda 12-10 í hálvleikinum, umframt at teir vóru á odda við fleiri eitt skifti í seinna hálvleiki.

 

Er spenningurin í hesum dystinum nakað at ganga eftir, so verður talan um eitt spennandi kappingarár í ár.

 

Í dag:

kl. 14.00 StÍF – VB (kvinnur)

kl. 15.00 Stjørnan – Kyndil (kvinnur)

kl. 16.00 H71 – Team Klaksvík (menn)