Hoyvík: - Tú, hvat skal eg sáa í grasplenuna? Riggar hetta slagið?
Vit eru í Garðsbúðini við Vegin Langa í Hoyvík, har eitt av starvsfólkunum, Rúna Egholm er í ferð við at hampa nakrar av blómunum, ið skulu setast fram til kundarnar at keypa.
Meðan vit práta kemur tann fyrsti kundin inn. Hann hevur í hyggju at gera nakað við grasplenu sína, sum ikki sær ov gott út í summar, og vil tí fegin hava ráð frá Rúnu. Og tey fær hann.
- Eg havi tíverri ikki fingið ta brosjyruna, sum hoyrir til hetta. Men um tú bíðar eitt sindur, so skal eg skaffa tær hesar upplýsingar.
- Teir eru her í eini bók. Eg skal bara kopiera burtur úr henni, - tað tekur mær tvey sekund, sigur Rúna Egholm.
Hetta er triðja árið, hon starvast í Garðsbúðini hjá Balslev, og tað er eitt arbeiði, sum henni dámar sera væl. Serliga hesa tíðina, nú alt byrjar at spretta og spíra
Ráðgeving eftir árstíðini
Júst hetta við at hava onkran at ráðgeva seg, er nakað sum nógv gera brúk av í Garðsbúðini.
Í slíkum førum er gott at hava ein serkønan á staðnum, tí Rúna er upprunaliga útlærd sum anlegsgartnari og hevur flísar sum serøki. Og spurningarnir hon fær eru flestallir bundnir at árstíðini.
Um várið spyrja nógv fólk um, hvussu tey skulu sleppa av við mosan í grasplenuni. Nú, vit eftir røttum áttu at havt sól og summar, spyr fólk um, hvussu tey gera sær ein urtagarð við blómuteigi og við flísum.
Tá komið er longur út á summarið, og tá fólk byrja at fáa summarfrí, er eitt av høvuðsevnunum, hvussu ein kann gera sær ein hugnakrók í garðinum. Onnur vilja vita, hvussu ein ger leðhegn, har møguleiki kann verða fyri at grilla ein góðveðursdag.
Spurt verður eisini, hvussu ein kann arbeiða við moldini á besta hátt, tá fólk nú hava tíð at arbeiða í urtagarðinum, og hvussu ein ger sær eina grasplenu.
Krukkur og blómur
Tey seinnu árini eru krukkurnar so líðandi vorðnar alt betri og betri umtókar millum manna. Krukkurnar fáast í mongum støddum, og tí kunnu fólk velja sær júst ta støddina, sum tey ynskja sær.
Nógv seta tær á terassuna heima við hús, og seta síðani eina planting í við 5-6 ymiskum blómum. Og tí er tað sera hugaligt og vakurt hjá fólki at hyggja eftir.
Hinvegin so verða eisini seldar hópurin av blómum, trøum og staudum millum ár og dag. Nógv keypa sær summarblómur, tí tey, her og nú ynskja at prýða okkurt í garðinum heima við hús ? til ein føðingardag, í samband við prógvhandan ella til stevnu. Hesar summarblómurnar halda bara tað eina árið.
Tað stuttliga við hesum blómum er, at tær eru føroyskar. Garðsbúðin fær tær nevniliga frá vakstrarhúsunum í Sandavági og á Tvøroyri. Hesar blómurnar eru kortini heldur viðbreknar, tí tær tola ikki at standa í gjóstri, men tær tola hinvegin betri at standa í vindi.
Øðrvísi er við staudunum, sum blóma aftur og aftur, og tí kunnu verða fólki til gleði meiri enn ta einu ferðina.