Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður
Eini 10 góð ár eyka – tað er vinningurin! Hetta er niðurstøðan í nýggjari vísindaritgerð.
Tú fært eitt betri lív, og tú kanst liva longri. Tað fært tú burtur at røra teg regluliga nakrar tímar um vikuna. Hetta er høvuðsúrslitið í nýggjari vísindaritgerð, sum prógvar, at fólk sum regluliga røra seg, íðka motión av einumhvørjum slag, liva upp til 10 ár longri enn tey sum ikki røra seg, og tey eru minni stressað og betri nøgd við lívið. Og so verður sligið fast, at tað er aldrin ov seint at koma ígongd.
Hetta er niðurstøðan av mest víðfevndu fólkaheilsukanning nakrantíð av hesum slagnum. Tað er sonevnda Østerbrokanningin, sum doktararnir Peter Schnohr og Gorm Jensen hava fyriskipað. Kanningin fevnir um 20.000 fólk millum 20 og 93 ár, og er higartil gjørd í fýra umførum, fyrstu ferð í 1976-78, seinast í 2001-03, og næsta ferð aftur verður í 2011.
Kanningarnar prógva, at reglulig motión er heilsufremjandi og verjir móti hjarta-æðrasjúkum, sukursjúku, krabbameini, lungnasjúkum, lið- og vøddasjúkum, psykososialum trupulleikum o.ø.
Rørsla ella motión – tað kann verða kviklig gongd, renning, súkkling, bóltspæl, svimjing ella annað likamsvirkni, har vit brúka vøddarnar og pøsa okkum eitt lítið sindur.
Gagnliga ávirkanin er beinanvegin, t.d. bert við einar 2 tímar um vikuna. Enn betur eru úrslitini við 4 tímum ella meira. Tá vísa úrslitini m.a., at lívið kann longjast við uml. 10 árum.
Eisini um tú kemur seint í lívinum ígongd við at røra teg, fært tú nógv burturúr. Kanningin vísir t.d., at um fólk í 70-ára aldri økja um teirra likamsvirkni, frá at spáka spakuliga minni enn 2 tímar um vikuna, til kvikliga gongd (alt eftir førleikanum) meir enn 4 tímar um vikuna, longja tey lívið við 3-4 árum, aftrat munandi betri heilsustøðu og vælveru. Granskarin Peter Schnohr orðar seg sjálvur soleiðis: “Við øðrum orðum: hvørja ferð tey íðka motión í 1 tíma, longja tey lívið við 15 tímum.”
Hvussu ber hetta til? Orsøkin er henda, sigur granskarin: “”Motión ávirkar nógvar tættir: motión setir blóðtrýstið niður, økir tað góða HDL-kolesterolið, minkar triclycerid-fitievnið í blóðinum, økir ilt-upptøkuna (konditalið), styrkir hjartavøddarnar, gevur betri hvílipuls, betrar vøddastoffskiftið, minkar hjartarytmuórógv, betrar blóðtynningina, og betrar sukurstoffskiftið (minkar munandi um vandan fyri diabetes-typa2). Haraftrat eru sálarligir vinningar: motión mótvirkar tunglyndi, minkar um angist, gevur minni stress, betri humør, og minni vanda fyri demens, herundir Alzheimer-sjúku”.
Keldur: Peter Schnohr, “Physical activity in leisure time: impact on mortality. Risks and benefits”, Danish Medical Bulletin 2009;56(11): 40-71. Á netinum ber til at leita undir “Østerbroundersøgelsen”.