Hóast SEV, føroyska orkufelagið, í dag kundi avdúka eitt yvirskot á umleið 103 milliónir krónur áðrenn skatt, ið er besta úrslitið hjá felagnum nakrantíð, so kemur tað ikki brúkaranum til góðar.
Jákup Suni Lauritsen, nevndarformaður í SEV, fegnast um góða úrslitið, men staðfestir samstundis, at ongar ætlanir eru um hvørki at lækka ella hækka elprísin.
- Nevndin er sera væl nøgd við 2015 sum heild og ársúrslitið, ið eisini er neyðugt, eftir at SEV fram til 2012 hevði hall fleiri ár á rað. Góð ársúrslit krevjast í eini tíð frameftir, har avbjóðingarnar eru nógvar við stórum íløgum í neyðugar útbyggingar, sum krevja eginfígging og lántøku. Góð ársúrslit eru grundarlagið undir einum tryggum búskapi, staðfestir Jákup Suni Lauritsen.
Mett verður, at SEV í tíðarskeiðinum 2016 til 2020 fara at gera íløgur fyri 1,7 milliardir krónur.