Rørsla og heilsa

Vit vita, hvussu stóran týðning heilsan hevur at siga fyri okkum øll, bæði ung sum gomul. Við rørslu kunnu vit vera við til at byrgja fyri mongum brekum og sjúkum. Fyribyrging er bæði betri og bíligari enn eftirviðgerð: Betri, tí tann fríski fær betri lívsdygd, og bíligari, tí samfelagið sleppur undan at fara undir viðgerðargongdir, sum í mongum førum eru bæði drúgvar og dýrar.
Her í høvuðsstaðnum eru vit tíbetur rættiliga væl fyri í so máta, tí vit hava alskyns tilboð, tá ið um rørslu ræður, bæði til ung og gomul. Tórshavnar kommuna hevur á hesum øki skapað karmar og umstøður fyri, at fólk fáa høvi til at venja og vera væl fyri. Men hesi tilboð eiga at gerast enn meira fjøltáttað og fleiri, serliga í sambandi við innanduraítróttir, sum kunnu venjast alt árið.
Ein ítrótt, ið enn er ikki komin til Føroya, er Squash. Hon kostar lutfalsliga lítið at fara undir. Hon vendir sær til øll, bæði ung sum eldri. Hon er heilsugóð, og hon er stuttlig. Hetta er sera væl dámd ítrótt í londunum kring okkum.
Nýhugsan og nýskapan eru lyklaorðini.
Grundin undir hørðu virðunum eru bleytu virðini.
Verði eg vald tann 13. novembur, er hetta eitt av málunum, eg fari at virka fyri.