VITJAN
Hesi stóru skipini eru javnan at síggja á Havnini um summarið. Tað er kortini okkurt serligt við hesum. Skipið kallast The World, og navnið riggar væl til hendan flótandi heimin av luksus.
Skipið er 43.000 bruttotons. Longdin er 196 m og breiddin 29,8 m. Skipið hevur tólv dekk og kann sigla 18,5 knob. Hetta er tað størsta, sum hevur á Havnini, verri enn so, men hetta er tað fyrsta av sínum slag.
Konseptið hjá The World er, at skipið hevur íbúðir, sum fólk kunnu keypa, soleiðis at tey kunnu hava egnan bústað umborð. 110 íbúðir eru umborð, og tær verða seldar til privatfólk. 40 % av íbúgvunum eru amerikumenn og kvinnur, góð 40 prosent eru evropearar og hini 20 % er ógvuliga blandað. Afturat teimum ?fast? búgvandi eru so tey, ið leiga sær eina suitu ella íbúð til ávísar ferðir.
Í mesta lagi eru 320 ferðafólk við skipinum, og manningin telur eins nógv. Tað er ymiskt, hvussu nógv fólk eru við, tí eigararnir av íbúðum koma og fara, sum teir sjálvir vilja.
Skipið er spildurnýtt. Tað sigldi sín fyrsta túr í mars. Skipið ferðast víða og leggur seg eftir at vitja støð so ofta sum gjørligt. Vanliga er steðgurin nakrar dagar, men í Føroyum er steðgurin bert tólv tímar. Skipið hevur áður verið í Duplin, áðrenn tað kom til Føroya. Tá lagt verður frá bryggju í Havn, fer skipið til Reykjavíkar, har steðgað verður góðar tveir dagar, áðrenn leiðin gongur vesturum hav til USA. Skipið verður ikki aftur á okkara leiðum fyrr enn í 2004. Næsta summar verður siglt mest í Suður Amerika. Skipið siglir størstan partin av árinum og leggur eisini hetta ymsum kappingum og hendingum, eitt nú filmsfestivalurin í Cannes og Formel 1 koyringin í Monako.
Miðalaldurin á teimum ferðandi er 55 ár. Gestirnir, tú hittir, eru eldri, ið øll, eins og manningin, eru óvanliga smílandi og fryntlig at hitta.
Kvinnan, sum hevur fingið til uppgáva at fylgja mær, runt, sigur, at teirra gestir fyri tað nógv bert vilja slappa av og nýta lívið umborð. Møguleikararnir eru óteljandi, og gestirnir kunnu fáa alt, teir treingja. Nevnast kann nú, at skipið hevur egið bønarstað. Bert á tveimum støðum á skipinum er loyvt at roykja, og allastaðni er tænastan í topp.
?Vit eru tey bestu av teimum bestu starvsfólkunum, greiðir Angela Jensen, guest manager, frá.
Tað er heldur ikki so langt av leið.
Alt
Beianvegin, tú kemur umborð, er tað greitt, at talan er um flótandi luksus. Alt skínur í
øllum endum og kantum. Meðan tey ferðandi eru umborð er hópin av møguleikum. Matstovur, barrir og kaffistovur er ein long røð av. Allur matur kann fáast. Skipið hevur egnar handlar, sum mest selja kend designara vørur. Skipið hevur egið Kasino, egnan náttklub, egið bókasavn, egnan tennisvøll, alla heilsuviðgerð og ítróttarvenjing við tveimum svimjihylum. Ikki minst eru tey errin av sínum golf klubba, sum fyllir tað mesta av ovasta dekkinum. Skipið hevur egna kykmyndahøll og fyrilestarhøli. Áðrenn vitjanina í Føroyum var Jonhard Mikkelsen umborð og greiddi teimum frá um Føroyar. Fyrilesturin varð bandaður og vístur aftur hvønn tíma, so øll kundu hoyra hann.
Tað vildi tikið alla síðuni at greitt frá øllum umborð, tí talan er um óendaliga nógv luksus. Sum í øðrum heimi.