Klaksvík: Tað vera teir báðir Gunnar Hansen og Kristian Joensen, sum fara at brúka Barok sum studio fríggjakvøldið. Teir hava sendingina Náttarvaktin, sum er sending við tónleiki, spurnarkapping og øðrum.
Tveir av ídnastu luttakarunum í spurnarkappingunum, sum vanliga eru umvegis telefon, hittast andlit til andlit á Barok hetta kvøldið.
Sendingin byrjar klokkan 22.00 og heldur fram til klokkan 01.00. Tá sendingin er liðug, halda Gunnar og Kristian fram sum plátuvendarar til dansin á Barok.