Maria Ellefsen Næs er millum tey deyvu, sum eru í Sjónleikarhúsinum til valfund í kvøld. Og hon rósti Rás2 fyri at hava skipað fyri valfundi við deyvatulki Deyvatulkurin hjá Rás2 tulkaði í kvøld báðar vegir. Fyrst og fremst tulkaði hon fyri teimum deyvu tað, ið politikararnir førdu fram.
Men tað bleiv eisini neyðugt hjá henni at tulka, tá Maria Ellefsen setti spurningar til politikararnar. Hon vildi fegin vita, um flokkarnir tóku undir við, at Kringvarpið nú strikaði tulking av Degi og Viku og barnasendingum.
Men Maria nýtti eisini høvið at rósa Rás2 fyri at hava deyvatulk við til valsendingina í Sjónleikarhúsinum í kvøld.
Hetta er einasti møguleiki hjá okkum deyvu at hoyra eina valsending, segði Maria Ellefsen Næds millum annað.
Fyri ein góðan ordans skuld skal sigast, at eingin av flokkkunum vildi góðtaka, at deyvatulking varð spard burtur í Kringvarpinum.