Rás2 bjóðar aftur til Ólavsøkubrak

Tað er Ólavsøka um nakrar dagar og tað merkir, at túsundtals fólk fara at leita sær í Vágsbotn Ólavsøkudag klokkan 22.00, tá ið Miðlahúsið bjóðar inn til tónleik, skemt og gott huglag.

 

 

Seinastu mongu árini hevur Rás2 skipað fyri stórum Ólavsøkubrakið, og í ár er einki undantak. Seinastu árini hava alskyns góðir tónleikarar og skemtarar staðið á pallinum uttanfyri vindeyga hjá Rás2, og í ár kanst tú aftur uppliva serstaka og stuttliga huglagið í Vágsbotni hesa løtu.

 

 

Í ár verða tað teir báðir Hilmar Jan Hansen og Heri Simonsen, hermarar í serflokki, sum fara at standa fyri undirhaldinum. Báðir eru teir royndir skemtarar, sum duga sum fáur at seta samfelagsviðurskiftini á kant. Felags fyri teir báðar er, at tá ið teir eru á palli, so eru fleiri onnur fólk “við” teimum. Tað verið seg Óli Breckman, Torbjørn Jacobsen, Jógvan Fríðriksson, Thomas Blachman og mong, mong onnur. Spennandi verður at vita, hvør kemur “við” teimum báðum á pall í ár.

 

 

Á tí tónlistarliga frontinum bjóðar Rás2 aftur í ár nakað av tí mest fólksliga, sum føroyski tónleikaheimurin hevur at bjóða. Teir báðir Kim Hansen og Eyðun Nolsøe eiga nakrir av teimum mest fólksligu sangunum í landinum, og í Vágsbotni hetta kvøldið kanst tú sleppa at syngja við til stóru hittini, sum hava ríkað føroyska samfelagið í mong ár.

 

 

Umframt teir báðar kemur spildur nýggja stjørnskotið á tónleikahimmalinum, sum hevur latið úr hondum ein av størstu hittunum í ár. Janus W. Mortensen og vakra lagið “Mítt vakra Føroya land” verður at upplivað í Vágsbotni hetta Ólavsøkukvøld.

Tað er 29. juli, tað er í Vágsbotni og tað er klokkan 22.00