Rás2 byrjaði sum ein nýggj radiostøð við nýggjari útgerð, í somu hølum sum Atlantic Radio áður hevði hildið til, við Hoyvíksvegin í Havn.
Í februar 2004 flutti radiostøðin til Søldarfirðar.
Fimm fólk eru í heiltíðarstarvi umframt eini 15 sum arbeiða freelance.
Sum útvarpsstøð dekkar Rás2 í dag so gott sum alt landið.
Tíðindini verða gjørd og lisin á Sosialinum á Argjum.
Starvsfólkini á Rás2 ynskja øllum lurtarum og lýsarum eini gleðilig jól og takka fyri gott samstarv.