Rás2 fyri fyrstu ferð á floti á Toftum

Rás2 hevur gjørt av at senda beinleiðis frá bátafestivalinum, sum verður á Toftum leygardagin

BEINLEIÐIS

Tá vestmenningar skipaðu fyri sínum árliga bátafestivali í fjør, sendi Rás2 beinleiðis frá festivalinum ein part av degnum.
Soleiðis verður eisini, nú Bátafelagið á Toftum og fólk í Nes kommunu skipa fyri sínum árliga bátafestivali leygardagin.
Rás2 fer at senda beinleiðis, og hetta verður soleiðis fyrstu ferð, at Rás2 verður á floti á Toftum – um vit so kunnu siga.
Enn er ikki endaliga gjørt av, júst nær sent verður, og greitt er heldur ikki, hvørji fara runt við mikrofonini, eitt nú millum bátarnar úti á fjørðinum.
Greitt er hinvegin, at tað verður Heri Simonsen, sum kemur at sita í studio og soleiðis kemur at stýra festivalsendingini á Toftum.