KÍF vann fyrr í kvøld ein greiðan 3-0 heimasigur á SÍ í meistaradeildini í flogbólti.
Tað leikaði javnt á í tí fyrsta settinum, men í øðrum og triðja setti settu kollfirðingar væl og virðiliga tingini uppá pláss. Settmunurin var 27-25, 25-16 og 25-11.
Aftaná dystin fekk frásøgumaðurin hjá Rás2, Óli G. Samuelsen orðið á Ellu Joensen hjá KÍF, og hann prátaði eisini við Mariu Lorenzen hjá SÍ.
Ella Joensen fegnast um, at KÍF fekk spælið at fungera, og hon heldur avgjørt, at KÍF spældi væl í øðrum og triðja settið.
Maria Lorenzen er nøgd við fyrsta sett, men er sera vónsvikin av tí hon og liðfelagarnir avrikaðu í øðrum og triðja settið.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðurnar Óli G. Samuelsen hevði beinleiðis á Rás2 við Ellu Joensen og Mariu Lorenzen.
Fleyr er oddalið við 18 stigum. Mjølnir hevur 14 stig og KÍF hevur 11 stig. Dráttur og SÍ hava sjey stig hvør og TB er aftast við seks stigum.