Rás2: Hvørji klæðir fara føroyingar í á jólum?

(Rás2) Hoyr jólaprátið Árni Gregersen gjørdi við Katrinu í Geil, sniðgeva á Rás2 í sending undan jólum

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr eina samrøðu Árni Gregersen gjørdi á Rás2 í vikuni undan jólum.

 

Í hesari samrøðuni prátar Árni Gregersen við Katrinu í Geil, sniðgeva úr Havn.

 

Í samrøðuni umrøða Árni og Katrina hvat føroyingar fara í á jólum. Prátað verður eisini um klæðir og klædnasnið ígjøgnum tíðina.

 

Vit hava flutt okkum frá dygdarklæðum, sum hildu í nógv ár til eina ovurnýtslu har klæðini verða skift út í heilum.