Rás2: Málini hjá Vìkingi og samrøða við Maurice Ross

(Rás2) Hoyr hvussu tað ljóðaði á Rás2, tá Víkingur vann við tveimum frísparksperlum hjá Adrian Cascaval

Adrian Cascaval er stóra hetjan í Eysturkommunu í kvøld, og høvuðsvenjarin hjá Víkingi fer at taka sær av løttum í kvøld, og fer at hyggja eftir einum filmi.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá Rás2:

 

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði tá frásøgumaðurin hjá Rás2, Tróndur Arge segði frá báðum málunum, nærri sagt báðum frísparksperlunum hjá Adrian Cascaval, ið gjørdu, at Víkingur vann 2-1 á B36.


2) Hoyr ein ógvuliga lættan høvuðsvenjara hjá Víkingi, Maurice Ross taka samanum dystin.

 

Maurice endurtekur undir samrøðuna, at tað er eingin stjørna á liðnum hjá Víkingi, men bara menn, ið veruliga vilja arbeiða hart fyri liðið. Aftaná tvey tap á rað er hann ógvuliga lættur um at verða komin á sigurskós aftur, og hartil sera takksamur fyri, at Adrian Cascaval hevði stillað frísparkskanónina rætt.

 

Frásøgnin hjá Tróndi Arge av málinum hjá B36, og samrøðan Tróndur hevði við Benjamin Heinesen hjá B36 hoyrast HER