Rás2 sigur frá H71-Kyndil í dag

Dysturin millum H71 og Kyndil byrjar klokkan 16

Beinleiðis frásøgn av hondbólti verður aftur at hoyra á Rás2 í dag.

 

Klokkan 16 fer Tróndur Arge at siga frá dystinum í FTZ deildini millum oddaliðið H71, og Kyndil, sum liggur á triðja plássi. Væntað verður, at talan verður um ein javnan og spennandi dyst.

 

Í sendingini verður kunnað um gongdina í dystinum millum Team Klaksvík og StÍF. Aftaná Tróndur Arge hevur prátað við umboð fyri H71 og Kyndil verða samrøður við Finnur Hansson, venjara hjá Team Klaksvík, og Borgar Persson hjá StÍF.

 

Myndir og ljóðsamrøður koma út á in.fo.

 

Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.

 

Støðan

NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1H71113002435717
2VÍF113242784615
3Kyndil123213071415
4KÍF10264260412
5Neistin11276282-610
6StÍF12329337-88
7Team Klaksvík11228335-1071