Rás2 sigur frá KÍ-ÍF

Rás2 hevur eisini heimildarmenn í Gøtu og í Runavík

Bólturin rullar aftur á Rás2 sunnudagin nú effodeildin fer í gongd aftur.

 

Klokkan 15 sigur Hilmar Jan Hansen frá dystinum millum KÍ og ÍF norðuri í Klaksvík. Rúni Klein Joensen fer at koma inn úr Gøtu, tá okkurt týðandi hendir í dystinum millum Víking og AB í Sarpugerði í Norðragøtu, og John Andersen verður heimildarmaður til dystin millum NSÍ og B68 í Runavík. Fylgt verður eisini við gongdini í dystunum TB-B36 og HB-Skála.

 

Klokkan 17 verður sendingin "Triði Hálvleikur" á skránni har prátað verður við umboð fyri ymisku liðini, sum hava verið í leiki í 17. umfarinum í effodeildini.

 

Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.

 

Á in.fo verður eisini live-frásøgn frá øllum fimm dystunum, og myndir og ljóðsamrøður koma út á in.fo seinni um kvøldið.