Rás2 sigur frá landsliðshondbólti hetta vikuskiftið

Hilmar Jan Hansen fer at siga frá øllum trimum EM-undankappingardystunum hjá føroyska U20 manslandsliðnum í hondbólti

Fríggjadagin, leygardagin og sunnudagin spælir føroyska U20 landsliðið í manshondbólti tríggjar EM-undankappingardystir niðri í Sveis. 

 

Hilmar Jan Hansen er farin við U20 manslandsliðnum í hondbólti til Sveis, og fer Hilmar Jan Hansen at siga frá teimum trimum EM-undankappingardystunum hjá føroyska U20 manslandsliðnum á Rás2.

 

Frásagnirnar hoyrast á www.midlar.fo, á FM 88,7, FM 95,9, á FM 98,7, og í Vestmanna á STAÐIÐ FM 101, sum samsendir við Rás2 til allar tríggjar dystirnar.

 

Dystirnir, sum sagt verður frá eru hesir :

 

Fríggjadagin 08.04 klokkan 16.00 Montenegro - Føroyar

Leygardagin 09.04 klokkan 16.00 Makedonia - Føroyar

Sunnudagin 10.04 klokkan 12.00 Sveits - Føroyar