Fyrsti dysturin í 16. umfarinum í effodeildini verður leiktur í kvøld. NSÍ tekur ímóti B36 við Løkin í Runavík, har bæði liðini fara at royna eftir trimum stigum fyri at verða so nær oddinum, sum møguligt. Liðini eru ávikavist átta og níggju stig aftanfyri KÍ á stigatalvuni, so ein javnleikur hevði flutt lítið hjá báðum liðunum.
Tróndur Arge fer at siga frá dystinum á Rás2. Dysturin byrjar klokkan 18.30, og sendingin byrjar klokkan 18.
Øll kunnu hoyra dystarfrásøgnina á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.
In.fo fer eisini at hava frásøgn frá dystinum. Seinni í kvøld koma myndir og ljóðsamrøður út á in.fo.
Í annaðkvøld sigur Rás2 frá dystinum millum KÍ og AB norðuri í Klaksvík.