Tað verður aftur talan um ein stóran fótbóltsdag á Rás2, har sent verður frá klokkan 12. Sent verður beinleiðis frá klokkan 13.50.
Klokkan 12 til klokkan 13.50 verður SportBoxin frá fríggjadegnum endursend.
Klokkan 13.50 til klokkan 14.55 verður upptaktssending, har Petur Asbjørn Lervig prátar við umboð fyri tey 10 effodeildarfeløgini, sum eru:
1) Pauli Poulsen, venjari, Skála
2) Jóhan Troest Davidsen, HB
3) Leif Niclasen, EB/Streymur
4) Leif André Eliasen, ÍF-fjeppari
5) Odmar Færø, B36
6) Jonas Flindt Rasmussen, fráfarandi liðskipari hjá KÍ
7) Anders Gerber, venjari, NSÍ
8) Fróði Benjaminsen, Víkingur
9) Holgar Durhuus, 07 Vestur
10) Jón Krosslá Poulsen, TB/FCS/Royn
Klokkan 15 til 17 siga Hilmar Jan Hansen og Tróndur Arge frá dystunum NSÍ-Víkingur í Runavík, og B36-KÍ í Havn. Spæla B36 og KÍ javnleik verður Víkingur staðfestur FM-vinnari 2017 óannsæð úrslitið í Runavík. Verður ein vinnari í dystinum millum B36 og KÍ, og Víkingur tapir ímóti NSÍ verður avgerðin útsett eina viku aftrat.
Aftaná klokkan 17 verður sendingin "Triði Hálvleikur" á Rás2. Um Víkingur verður staðfestur FM-vinnari fer sendingin at verða nógv merkt av tí.
Øll kunnu lurta við frá klokkan 12 á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.
In.fo fer at hava beinleiðis tekstfrásøgn frá øllum fimm dystunum í effodeildini. Hinir dystirnir, sum byrja klokkan 15 eru EB/Streymur-ÍF, 07 Vestur-Suðringar og Skála-HB.
Samanumtøkur, myndir og ljóðsamrøður koma út á in.fo aftaná dystarlok.