Rás2 sigur frá søguliga EM-endaspælsdystinum

Í morgin klokkan 11 spælir U17 landsliðið EM-dyst ímóti Skotlandi. Rás2 sigur frá, sendingin byrjar klokkan 10

Í morgin fyrrapart klokkan 11 verður føroysk fótbóltssøga skrivað. Tá spælir eitt føroyskt fótbóltslandslið á fyrsta sinni ein dyst í einum endaspæli.

 

Klokkan 11 spælir føroyska U17 landsliðið ímóti Skotlandi í dysti í EM-endaspælinum, sum er í Kroatia í hesum døgum. Rás2 er sjálvandi á staðnum, og Tróndur Arge fer at siga beinleiðis frá á Rás2. Sendingin byrjar við upptakt klokkan 10, har prát verður við spælarar, venjarar og umboð fyri FSF.

 

Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.

 

In.fo fer eisini at fylgja dystinum. Ljóðsamrøður o.a. tilfar kemur út á in.fo aftaná dystin.