Rás2 sigur frá Víkingur-KÍ

Dysturin byrjar klokkan 15. Ringt verður til hollar heimildarmenn, sum eru til hinar tríggjar dystirnar

Hondbóltskappingarárið er liðugt, og talan bleiv ikki um nakra triðju FM-finalu í dag, men frásøgn av ítrótti heldur fram á Rás2, sum vant.

 

Tróndur Arge fer á Rás2 at siga frá dystinum millum FM-vinnararnar, Víking og steypavinnararnar, KÍ, sum verður spældur í Sarpugerði í Norðragøtu. Dysturin byrjar klokkan 15.

 

Rás2 fer at hava heimildarmenn til hinar tríggjar dystirnar, sum verða spældir í effodeildini. Fyrrverandi ítróttarredaktørurin hjá Miðlahúsinum, Jákup Mørk verður heimildarmaður til dystin millum Suðringar og B36, sum byrjar klokkan 14.30 við Stórá í Trongisvági. Bjartur Nolsøe verður heimildarmaður við Løkin í Runavík til dystin NSÍ-HB, sum byrjar klokkan 15, og Teitur Joensen verður heimildarmaður til dystin EB/Streymur-07 Vestur, sum verður spældur við Margáir í Streymnesi. Dysturin í Streymnesi byrjar klokkan 16.

 

Í sendingini "Triði Hálvleikur" frætta vit frá teimum ymisku liðunum, sum hava verið í leiki.

 

Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.

 

Beinleiðis tekstfrásøgn verður eisini á in.fo.