Fyri løtu síðani vunnu neistakvinnur ein søtan 23-21 (11-10) sigur á grannunum úr Kyndli.
Talan var um eitt framúrskarandi avrik hjá Neistakvinnum, tí Kyndil var ongantíð á odda í dystinum. Ingunn Kristina Persson gjørdist toppskjútti hjá Neistanum við fimm málum. Marianna G. Eystberg gjørdist toppskjútti hjá Kyndli við sjey málum.
Í Vestmanna vann VÍF 36-30 (21-14). VÍF er greitt á odda við 34 stigum. Kyndil er nummar tvey við 28 stigum. VB er nummar trý við 25 stigum. Neistin er nummar fýra við 17 stigum.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá Rás2:
1) Hoyr Trónd Arge, frásøgumann hjá Rás2 siga frá dystarendanum.
2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Marjuna Falkvard Danberg tá dysturin var liðugur.
Marjun Falkvard Danberg var ovurfegin um sigurin, sum hon undirstrikar hevur sera stóran týdning fyri hana og liðfelagarnar.
Marjun greiðir frá, at Neistin hevði sett sær fyri, at kyndilskvinnur ikki skuldu renna tær um koll fyrstu 10 minuttirnar, og tann ætlanin hjá neistakvinnum eydnaðist til fulnar.
Samrøðan Tróndur Arge hevði við Turið Arge hjá Kyndli hoyrist HER