Fyrr í dag vann Fleyr bólk 2 í steypakappingini hjá kvinnum við einum 3-0 sigri á KÍF í Kollafirði. Fleyr vann settini 25-21, 25-17 og 25-19.
Fleyr vinnur bólk 2 við seks stigum. Nummar tvey er Mjølnir við trimum stigum og aftast er KÍF við ongum stigi.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr hvussu tað ljóðaði á Rás2 tá Hilmar Jan Hansen segði frá teimum avgerandi bóltunum í teimum trimum settunum.
Jana Jacobsen var viðmerkjari til dystarfrásøgnina hjá Hilmari Jan Hansen.