Rás2 vitjaði "Juvel 2" norðuri í Klaksvík

(Frá Rás2) Hoyr prátini Petur Zachariassen gjørdi við Jógvan Páll Sevdal og Ruth Gaardlykke umborð á Juvel 2

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr sendingina, sum var á Rás2 seinnapartin klokkan 14, har Petur Zachariassen, stjóri á Rás2 vitjaði bátin "Juvel 2", sum er báturin hjá felagsskapinum, Atlantic Mission. 

 

Umborð á Juvel 2 prátaði Petur Zachariassen við maskinmeistaran, Jógvan Páll Sevdal úr Leirvík. Petur prátaði eisini við samskiparan, Ruth Gaardlykke, sum er av Argjum. Petur fekk eisini eitt stutt prát við Poul Jóhan Djurhuus á Glyvrum, sum eisini er knýttur at Atlantic Mission.

 

Jógvan Páll Sevdal og Ruth Gaardlykke greiddu frá bátinum, virkseminum og søguni hjá Juvel 2 og Atlantic Mission.

 

24. apríl til 10. mai verður Juvel 2 staddur á oynni Bømlu í Suður-Hordalandi á norska vesturlandinum. Bømlo liggur millum Haugesund og Bergen. Á Bømlo búgva, og hava búð fitt av føroyingum.