Rósa frá Kiwanis

Kiwanis Rósan hevur nú 17 ár á baki. Talan er um 15 aktivar kvinnur, sum skaffa pening til felagið við Skava & Vinn við bingospæli aðru hvørja viku og í trý ár móttikið fløskur av ólavsøku fyri Tórshavnar Kommunu. Kvinnurnar hittast til fundar annan hvønn hósdag hjá hvørjari aðrari, til tær væntandi seinni í ár ella næsta ár fáa egin høli í nýbygdu húsunum hjá Kiwanisfeløgunum Rósan og Tórshavn.

Kiwanisfeløgini løgdu lunnar undir árliga hjálmatiltakið, har allir 1. flokkarnir í Føroyum fáa handað hvør sín hjálm higartil við góðum stuðli frá Ferðslutrygd, MBM, Eik og Faroe Ship. Eisini hevur felagsskapurin síðani 1991 latið stuðul til gagns fyri føroysk børn. Í fjør lat Kiwanis Rósan stuðul til millum annað børn, hvørs foreldur vóru rakt av krabbameini, krabbameinsrakt børn og spælistovu til Kvinnuhúsið.