Almanna- og heilsurøktarafelagið vil hervið gera vart við, at vit stuðla starvsfólkunum í kravinum um at fáa greið boð viðvíkjandi sparingunum.? Suðuroyar Ellis- og Røktarheim er ein væl rikin stovnur, ið bert hevur faklærd fólk í røktini. At rópa upp um sparingar í fjølmiðlunum í juli mánaði, fyri síðan einki stig at hava tikið, er óvanliga óprofessionelt, Rósa. Tá ið tú fremur sparingar og ætlar at siga fólki upp, eigur tú at fylgja heilt serligum ásetingum. Hesar ásetingar standa í fyrisitingarlógini, starvsmannalógini og starvsfólkapolitikki landsins.? Avleiðingin av at handfara álvarsmál sum sparingar og uppsagnir so óprofessionelt er, at tú skapar ótryggleika á stovninum. Ótryggleikin ger starvfólkini strongd, og harvið fáa tey minni burtur úr arbeiðsdegnum. Summi gerast enntá sjúk at tí.
Tá ið sparingar skulu fremjast á almenna økinum, vísir tað seg tíverri ofta, at tað eru tey, ið eru lægst lønt og hava tyngstu arbeiðsbyrðu, ið fyrst verða rakt. Við tyngstu arbeiðsbyrðu meini eg:
at arbeiða í skiftivaktum, sum sambært prógvum eru heilsskaðiligar
at røkta sera tungar brúkarar, ið kann geva varandi mein
at røkta sjúk og doyggjandi fólk og vera um teirra avvarðandi, ið er ógvuliga hart sálarliga
og so ikki at sleppa á førleikamennandi skeið og eftirútbúgvingar, ið ger tað lættari at bera byrðuna.
Nevndin í Almanna- og heilsurøktarafelagnum mælir til, at Rósa Samuelsen letur stovnsleiðarar og onnur fakfólk í Suðuroy gera av, hvussu tey komandi árið tillaga og skipa eldraøkið og virksemið í oynni, nú ið nýggja ellis- og røktarheimið í Vági skjótt verður liðugt. So fær Rósa uttan iva nøgd og ágrýtin starvsfólk, og kann vísa á ein rakstur í Suðuroynni í 2012, ið svarar seg.