Fundur hevur verið millum landsstýrið og Tórshavnar býráð um hesa verkætlan, men nú frætta vit, at landsstýriskvinnan í almannamálum, Rósa Samuelsen, hevur eina broytta ætlan soleiðis, at hon (RS) »hevur strikað Havnina og í staðin fyri ætlar at flyta alla verkætlanina til Sandavágs.« Orsøkin til hesa kúvending er, at »Tórshavnar býráð hevur verið so tungt at dansa við,« sigur Rósa Samuelsen. Hinvegin vil Heðin Mortensen, borgarstjóri, vera við, at »Almannaráðið hevur onga endaliga umsókn og projekttilfar sent kommununi.«
Hetta er for vánaligt. Og lítið hugaligt hjá teimum, ið við tolni/ótolni hava bíðað og bíða framhaldandi eftir íbúðunum. Og virðiligt er hetta ikki. Heðin Mortensen, við drúgvum royndum í lands- og kommunupolitikki og Rósa Samuelsen, ið telist millum tey dámligu og skilagóðu í løgtingssamgonguni, eiga skjótast gjørligt at seta seg saman og í friði og náðum finna eina loysn, hvussu umrødda verkætlan skjótast gjørligt kann verða framd í verki sum upprunaliga ætlað.
At kommunurnar og landskassin dragast við álvarsligum fíggjartrupulleikum, vita flest øll. Orsøkin til hetta er millum annað tann, at 1. januar 2002 steðgaði landsstýrið øllum dagføringum av ríkiskassans lógbundnu fíggingum, sum eru samlaðar í blokkinum. Eitt nú: *Almennar pensiónir *Burturlegging til bygging av ellis-og røktarheimum *Rakstur av ellis-og røktarheimum *Íløgur til og rakstur av serforsorgini. Serforsorgin er ikki yvirtikið málsøki, og tað verður tessvegna fíggjað við 100 % av ríkiskassanum (í tí lamskorna blokkinum). Undir serforsorgini eru m.a. ”Klienter under ekstern forsorg” og andveikraforsorgin.
Hevði (ólógliga?) snøringin av blokkinum ikki verið framd, vildu fíggjarumstøðurnar hjá kommununum og landskassanum verið lættari. Gerð landsstýrisins at ganga ímóti lógum, avtalum og reglugerðum, hetta at sleppa ríkiskassanum undan at rinda sín part av rakstrar- og íløguútreiðslum til heilsuverkið og almannaverkið, hevur gjørt skattabyrðuna munandi tyngri hjá Pallaba. Undirritaði hevur áhaldandi skrivað (og tosað) um óskilið, um nú í 9 ár hevur fingið landskassan í tungan sjógv, men tað hevur verið sum at sletta vatn á gás. Tøgn sum í grøvini.
Um ein samgonga í løgtinginum, límað saman við loysingarfólki, skuldi uppstaðið fyri triðju ferð – eitt Konglomeratistan við ælabogalitum sum eitt blátt eyga – verða tær 117 milliónirnar í blokkinum oyramerktar til serforsorgina burturbeindar við brenniovnaeffekt. ”Har man engang spist af bliktallerken.”
Tað er einans løgtingið, ið er ført fyri at fáa ríkiskassans fígging til almannaverkið og heilsuverkið aftur í forsvarliga legu við støði í galdandi lógum. At fingið málið reist á tingi, átti Kommunusamskipan Føroya at roynt.
Eftir er so at spyrja, um gamli andin - aldargamla mentanin - kann trívast í einum landi, har lógloysi og lygn og villleiðing tykjast at vera legaliserað? Hann spyr, ið ikki veit.
Men, sum sagt, Rósa og Heðin, fáið tykkum ein kaffimunn; dansurin gerst lættari, og so loysa tit nokk problemið við íbúðum til sinnisveik á skilagóðan hátt. Um hetta økið annars hoyrir undir serforsorg, ja, so skuldi lógarstøðið, sum er, kunnað fingið hetta í blokkin, tí økið er sum sagt 100 % danskt og ikki yvirtikið – hevur verið og er framvegis í blokkinum.