Rúsan letur upp leygardagar

Vinnumálaráðharrin, Johan Dahl, hevur nú lýst kunngerð, sum gevur Rúsdrekkasøluni loyvi at hava opið leygardagar eisini. Í kunngerðini stendur soleiðis skrivað.

Kunngerð um broyting í kunngerð um skipan og rakstur av Rúsdrekkasølu Landsins

§ 1 Í kunngerð nr. 144 frá 20. oktober 1992 um skipan og rakstur av Rúsdrekkasølu Landsins verður § 9 orðað soleiðis: § 9. Sølubúðirnar kunnu hava opið mánadag til fríggjadag millum kl. 10.00 og kl. 18.00, tó ein av døgunum til kl. 19.00. Stjórin ásetir hesar karmar, nær opið er.

Stk. 2. Leygardag kunnu sølubúðirnar hava opið millum kl. 10.00 og kl. 16.00.

§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er lýst.

Vinnumálaráðið, tann 24. mars 2010, signerað av av Johan Dahl.

Elsa Maria Holm Olsen, stjóri í Rúsdrekkasølu Landsins, segði í morgun við Kringvarp Føroya, at ætlanin er at fara at lata upp leygardagar, men at tað veðrur ikki í morgin, tí tað eru ymisk viðurskifti at fáa upp á pláss áðrenn, eitt nú við lønum.