Rúsan skal tvingast at flyta úr Miðlon

Miðflokkurin hevur í dag lagt uppskot fyri Løgtingið um at Rúsan skal flyta úr Miðlon í Havn, har hon heldur til.

Tað, sum Miðflokkurin ítøkiliga skjýtur upp, er, at tað skal ikki vera loyvt at hava eina deild hjá Rúsuna í hølum, har atgongd er til aðrar sølubúðir.

Verður uppskotið samtykt, fær Rúsan eitt hálvt ár at flyta úr Miðlon og finna sær onnur høli.

Miðflokkurin sigur, at tá ið Rúsan í Havn flutti í Miðlon, varð eitt risafet tikið til at flyta rúsdrekkasøluna frá einkarsølu út í aðrar sølubúðir, uttan politiska viðgerð yvirhøvur.

Flokkurin skuldsetir eisini Johan Dahl, landsstýrismann og nakrar løgtingslimir fyri at vilja avtaka einkarsøluna og lata søluna av rúsdrekka upp í hendurnar á privatum.

- Tí er tað serliga ódámligt at staðfesta, at tá landsstýrismaðurin ikki fær Løgtingið at taka undir við sínum ætlanum, verður málið sníkt inn á okkum gjøgnum bakdyrnar, sigur Miðflokkurin.

Í hesum sambandi verður sipað til ætlanina at lata eina rúsu-deild upp í SMS.

Miðflokkurin sigur, at nú er bikarið fult!! - og tí má Løgtingið taka um endan so at landsstýrismaðurin ikki sleppur longur við sínum ódámligu ætlan um, sum tikið verður til.