Rósan vísir veg út úr myrkrinum!

Tíðindaskriv

Í kvøld, 17. nov. kl. 19.00 verður ein øðrvísi gudstænasta í Christianskirkjuni. Hendan gudstænasta ber navnið Rósugudstænasta. Hetta er ein gudstænasta, sum verður hildin fyri teimum, sum hava verið útsett fyri incest og kynsliga misnýtslu, teirra familjum og fyri teimum, sum vilja vísa sína samkenslu við teimum, sum hava upplivað hetta. Samstundis gloyma vit ikki hann ella hana, sum hava framt hesa misnýtslu. Tað er eisini rúm fyri teimum á hesi gudstænastu!

Hví rósugudstænasta? Tí at rósan er eitt symbol uppá kærleika, uppá Jesus. Tann illgerð, misnýtarin hevur gjørt, kostaði Guds soni lívið, samstundis sum Jesu deyði á krossinum veitir heilsubót. Rósan er sett mitt ímillum alla líðing ? mitt ímillum tornir!

Við hesi gudstænastu vilja vit ásanna, at samfelagið og kirkjan hava verið tigandi. Kirkjan boðar umsorgan og fyrigeving, men hetta hava vit farið alt ov lætt um, við tí úrsliti, at vit ikki hava tikið offrini í álvara. Alt ov skjótt hava offrini fingið at vita, at tey skulu læra seg at fyrigeva og gloyma tað, sum hent er, meðan sárini bløða víðari! Undir hesi gudstænastu er tað møguleiki at fáa forbøn og at koma til Harrans náðiborð! Har tekur Hann og fyrigevur okkum, tí vit klára tað ikki sjálv!

Eftir gudstænastuna verður kaffi og samtala.

Tað er felagsskapurin »KRIS í Føroyum« saman við prestunum í Klaksvík, sum skipa fyri hesi gudstænastu.