Úr savninum: Tá Jan Müller var útvarpsmaður hjá gamla Rás2

Jan Eiden Müller, kendur tíðindamaður, fyrrverandi blaðstjóri á Sosialinum og núverandi stjóri í FOIB fyllir 70 ár í dag. Tað finst eitt savn við hansara útvarpsinnsløgum á SoundCloud.

Jan Eiden Müller, kendur tíðindamaður, fyrrverandi blaðstjóri á Sosialinum og núverandi stjóri í FOIB fyllir 70 ár í dag.

Millum 2008 og 2010 royndi Jan seg eisini sum útvarpsmaður hjá gamla Rás2, ið tá helt til í Miðlahúsinum í Vágsbotni í Havn.

Jan gjørdi bæði mentanarlig, vinnulig, politisk og fólkslig innsløg og samrøður, bæði í Føroyum og á ferð uttanlands.

Í strembanini at byggja upp eitt savn við sendingum, samrøðum og innsløgum frá gamla Rás2 er tað higartil eydnast at fáa út 24 innsløg og sendingar, ið Jan framleiddi fyri gamla Rás2 millum 2008 og 2010. Savnið er at finna á SoundCloud

Samrøðurnar undirstrika tað víttfevnandi innlit Jan hevur innan nógv ymisk samfelagslig viðurskifti, eisini í grannalondum okkara. Samrøðurnar undirstrika eisini tann áhuga og ta virðing Jan hevur fyri teimum, ið hann ger samrøðu við.

HER  ber til at hoyra samrøður og innsløg Jan Müller gjørdi á gamla Rás2 millum 2008 og 2010.

Tann sum skrivar hesar reglur ynskir Jan hjartaliga tillukku við tí stóra degnum.