Rúsevnakervi avdúkað

Løgreglan í Noregi og Svøríki hava avdúkað eitt stórt altjóða rúsevnakervi, sum millum mannað hevur verið virkið í teimum báðum londunum. Sjálv avdúkingin byrjaði í Noregi á sumri í 2007, og hesa tíðina hava myndugleikarnir lagt hald á næstan eitt tons av rúsevnum. Reidar Bruusgaard hjá norsku løgregluni sigur við Ritzau, at umleið 30 fólk eru tikin í Noregi og Svøríki, og at umframt nógv rúsevni sum cannabis og amfetamin hevur løgreglan lagt hald á einar seks milliónir krónur og fleiri vápn.