Teir fýra menninir vórðu allir ákærdir fyri rán, frælsistøku við tí endamáli at skaffa sær vinning og fyri avnoyðslu – »afpresning«.
Ein av teim ákærdu var frammanundan varðhaldsfongslaður fyri brot á narkotikalóggávuna.
Allir fýra blivu varðhaldsfongslaðir í fýra vikur.
Tveir teirra hava kært avgerðina.
Grundlógarforhoyrið bleiv hildið fyri afturlatum hurðum, sigur løgreglan í tíðindaskrivi.
– Grundað á víðari kanningararbeiði hava vit ikki fleiri upplýsingar í málinum, sigur løgreglan.